Tabor

Tabor

Skráin fyri Toftaleguna

Fríggjadagin 27. oktober 19.00: Móttøka – koma og innkvartering 19.15–20.00: Suppa 20.15 Familjumøti v/Kristian Martin úr Fuglafirði og barnakórinum á Strondum Drekka 23.00 Góða nátt Leygardagin 28. oktober 8.00 Morgunrenning v/Arnfinn, Elsibeth, Helga og Olgu 9.00 Morgunmatur – andakt 10.00…

Sunnudagurin 22. oktober

Komandi sunnudag verður eingin sunnudagsskúli og einki møti. Víst verður til Stórmøtini hjá Heimamissiónini í Bylgjuni í Runavík. Sí skrá her

Bíbliutími í kvøld

Bønarløta og bíbliutími verða í kvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Hans Jákup Hansen sum kemur at hava bíbliutíman. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Kunningarskriv – Missiónsarbeiðið á Toftum 100 ár

Í samband við, at tað í ár eru 100 ár síðani, nakrar ungar kvinnur byrjaðu missiónsarbeiðið á Toftum, hevur samkoman í missiónshúsinum Tabor á Toftum valt at hátíðarhalda tað við ymiskum tiltøkum hetta árið. Leygardagin 22. apríl var almenn móttøka,…

Innsavnan til nýggja ljóðpult

Nú eru skjótt 10 ár liðin síðani verandi ljóðpultur varð fingin til vega, men sum orðatakið sigur, so hevur alt sína tíð. Soleiðis má eisini sigast um verandi ljóðpult. Hann hevur verið okkum sera góður, og var hann til sína…

Taborkórið byrjar aftur

Í kvøld kl. 21.00 byrjar Taborkórið aftur at venja. Vit venja í Tabor á Toftum hvørt hóskvøld kl. 21.00. Øll sum hava áhugað at syngja við í einum kóri eru hjartaliga vælkomin 🙂

Møti í annaðkvøld

26/8-2017 Møti verður í annaðkvøld kl. 18.00. Í annaðkvøld verða tað tey ungu sum koma at hava møti. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Sunnudagsskúli í morgin

26/8-2017 Sunnudagsskúli verður í morgin kl. 14.00. Í morgin fara vit at hoyra um, tá ið lærusveinanir hjá Jesusi komu í ódnarveður á Genesaret vatni, og hvussu Jesus hjálpti teimum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Ungdómsmøti í kvøld

26/8-2017 Nú byrjar ungdómsmøtini aftur. Vit byrja í kvøld kl. 20.00. Vit fara at syngja og hoyra Guðs orð saman. Ólavur Ø. Hansen kemur at boða Guðs orð fyri okkum. Men vit fara eisini at fáa gott at eta, nevnuliga…

Junior í kvøld

14/11-2016 Hey Juniorar! Í kvøld, 14. november verður Junior aftur á skránni Ólavur Magnusen kemur at fortelja okkum okkurt gott úr Bíbliuni. So fara vit at syngja, (hart) so takið (næstan) fer av – Vit fara at fáa ein annarleiðis…

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.