Taborkórið byrjar aftur

Í kvøld kl. 21.00 byrjar Taborkórið aftur at venja. Vit venja í Tabor á Toftum hvørt hóskvøld kl. 21.00. Øll sum hava áhugað at syngja við í einum kóri eru hjartaliga vælkomin 🙂

Í kvøld kl. 21.00 byrjar Taborkórið aftur at venja. Vit venja í Tabor á Toftum hvørt hóskvøld kl. 21.00. Øll sum hava áhugað at syngja við í einum kóri eru hjartaliga vælkomin 🙂

26/8-2017 Møti verður í annaðkvøld kl. 18.00. Í annaðkvøld verða tað tey ungu sum koma at hava møti. Øll eru hjartaliga vælkomin.

26/8-2017 Sunnudagsskúli verður í morgin kl. 14.00. Í morgin fara vit at hoyra um, tá ið lærusveinanir hjá Jesusi komu í ódnarveður á Genesaret vatni, og hvussu Jesus hjálpti teimum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

26/8-2017 Nú byrjar ungdómsmøtini aftur. Vit byrja í kvøld kl. 20.00. Vit fara at syngja og hoyra Guðs orð saman. Ólavur Ø. Hansen kemur at boða Guðs orð fyri okkum. Men vit fara eisini at fáa gott at eta, nevnuliga…

14/11-2016 Hey Juniorar! Í kvøld, 14. november verður Junior aftur á skránni Ólavur Magnusen kemur at fortelja okkum okkurt gott úr Bíbliuni. So fara vit at syngja, (hart) so takið (næstan) fer av – Vit fara at fáa ein annarleiðis…

9/11-2016 Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í kvøld verður tað Hans Jákup Hansen sum kemur at hava bíbliutíman. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Sunnudagin 22. mai gjørdu seinnapartssamkoman og sjómanskvinnuringurin útferð til Gjáar. Farið var frá Tabor kl.10 við privatbilum. Gudstænastan byrjaði ikki fyrr enn kl. 12, so vit høvdu góða tíð. Vitjað varð niðri í gjónni og við minnisvarðan áðrenn gudstænastuna. Bergtórur…
Anne Babb, aðalskrivari hjá altjóða Bláa Krossi, vitjar komandi dagarnar í Føroyum. Hon talar og greiðir frá altjóða blákrossarbeiðinum á møti á Toftum leygarkvøldið 4. juni kl. 20 og í Havn sunnukvøldið 5. juni kl. 18 Tað er ikki á…

Í Barnaringinum í dag spældu størru sunnudagsskúlabørnini ein sjónleik um Sakeus. Hann var tollari í Jeriko. So kom Jesus til býin. Sakeus var lítil á vøkstri og tí kleiv hann upp í eitt træ fyri at síggja Jesus. Jesus kom…
Sára Mrdalo frá Navia lærir okkum at binda: • holmynstur • strukturmynstur • sjómansboblur • ein máta, hvussu ermar kunnu bindast At hava við: • nakrar ermastokkar ella rund stokkar nr. 4 (umleið) • tveir ymiskar litir av tógvi, sum…

Bíbliutímur verður í annakvøld kl. 20.00