Tabor

Tabor

Væleydnað eydnuhjól.

Leygardagin hevði missiónshúsið eydnuhjól í fimleikarhøllini í skúlanum. Tað eru nógv ár síðan, at missiónshúsið seinast hevur skipað fyri eydnuhjóli. Tá ið samlað bleiv inn til at byggja núverandi missiónshús, vóru fleiri eydnuhjól fyriskipað, men síðst eydnuhjól hevur verði, var…

Bønarløta og bíbliutími

Í annaðkvøld verður bønarløta og bíbliutími. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Ólavur Magnussen sum kemur at hava bíbliutíman. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Barnaringur í morgin

Í morgin verður síðsti barnaringur hendan veturin. Vit byrja kl. 17.30, har vit syngja og hoyra Guð orð saman. Síðani fara vit at gera ymiskt handaligt Øll børn í aldrinum 5-14 ár eru hjartaliga vælkomin.

Junior í annaðkvøld

Junioranir samlast aftur í annaðkvøld kl. 19.00. Tá kemur Janus Thomsen at boða Guðs orð fyri okkum. Aftanaá møti fara vit at hugna okkum við drekka og spølum. Allir Juniorar í 5-7 folkki eru hjartaliga vælkomnir.

Sunnudagsskúli og møti í morgin

Kristi Himmelfart

Sunnudagsskúlin byrjar kl. 14.00. Í morgin fara vit at hoyra um Martu og Mariu, tá ið Jesus var og vitjaði tær. Møti byrjar kl. 18.00. Í annaðkvøld verður tað Jaspur Langgaard sum kemur at tala. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Bønarløta og bíbliutími

Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Krista Magnussen sum kemur at hava bíbliutíman. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Sunnudagsskúli og møti í morgin.

Sunnudagsskúlin byrjar kl. 14.00. Í morgin fara vit at hoyra um, einaferð tá ið Jesus kom inn í Templi, og har var hann noyddur at reka nógv fólk út, tí tey gjørdu ímóti tí sum Guð Tempul skuldi brúkast til.…

Ungdómsmøti í kvøld

Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20.00. Vit fara at hoyra tríggjar vitnisburðar, vit fara at syngja saman, og eftir møti fáa vit ein góðan drekkamunn, og hugna okkum saman. Øll ung frá 7 flokki og upp eftir, eru hjartaliga vælkomin.

Morgun kaffi í morgin

Morgun kaffi verður aftur í morgin kl. 10.00. Vit fáa vitjan av 2 flokki í Tofta skúla, sum kemur at syngja fyri okkum. Eisini kemur Jonna Johannesen, at siga frá tíðuni á sjómansheiminum í Føroyingahavnini. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.