Tabor

Tabor

Sjómanstrúboðarin til arbeiðis

Persónar

Hvussu sær ein dagur hjá sjómanstrúboðaranum út? Vit fylgja Torleif Johannesen, sjómanstrúboðara, meðan hann vitjar umborð á skipunum Arctic Viking og Fosnakongen, hevur andakt á Glasir og vitjar sjómanskvinnuringin á Toftum. Talan er um eina stuttsending á 23 minuttir, har…

Skráin fyri páska halguna

Aftur í ár verður páskastevna á eystara armi á Skálafjørðinum undir heitinum ”Tað er fullgjørt”. Missiónshúsini á Glyvrum, á Toftum og í Rituvík og bønhúsið í Søldarfirði skipa fyri. Lagt verður fyri Langa fríggjadag kl. 18.00 í Glyvra missiónshúsi, har Torleif…

Bønarløta og bíbliutími í annaðkvøld

Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Kaj Eli Hansen sum kemur at hava bíbliutíman.  Teksturin verður frá Jóhannus evg kapittul 10. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Junior í annaðkvøld.

Junior verður aftur í annaðkvøld kl. 19.00. Tað verður Pauli Højgaard sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum, vit syngja saman, og eftir møti fara vit at hugna okkum í kjallarnum við drekka og spølum. Allir Juniorar í 5-7…

Sunnudagsskúli og møti í morgin

Sunnudagsskúlin byrjar kl. 14.00. Í morgin fara vit at hoyra um tá ið Pætur avnoktaði at hann kendi Jesus. Møti er kl. 18.00. Í annaðkvøld verður verða Kristin og Hanna Nordendal, sum koma at hava møti Øll eru hjartaliga vælkomin.

Ungdómsmøti í kvøld

Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20.0o. Tað verður Andrias Magnussen sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum. Eisini fara vit at syngja saman, og eftir møti fara vit at hugna okkum við drekka og spølum. Øll frá 7 flokki…

Bíbliutími í annaðkvøld.

Bønarløta og bíbliutími verða í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Ólavur Ø. Hansen sum kemru at hava bíbliutíman. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Sjómanskvinnuringur til Fuglafjarðar

Sjómanskvinnuringurin hevur fingið innbjóðing frá Sjómanskvinnuringinum í Fuglafirði. Tey bjóða okkum á Toftum, at koma og vitja tey í missiónshúsinum í Fuglafirði í annaðkvøld, mánakvøldið 8. apríl, kl. 19.30. Har hava tey fingið Alfred Olsen og Torleif Johannesen, sjómanstrúboðara at…

Eingin sunnudagsskúli í morgin

Tað verður eingin sunnudagsskúli í morgin. Hetta er tí at tað verður Familjuguðstænasta í Fríðrikskirkjuni kl. 11.00. Men áðrenn tað bjóðar kirkjan morgunmat frá kl. 10.00. So øll eru hjartaliga vælkomin til morgunmat og Familjuguðstænastu í Fríðrikskirkjuni í morgin.

Møti í morgin

Møti verður í annaðkvøld kl. 18.00. Tað verður Randi Joensen sum kemur at tala. Tað er fyrsti sunnudagur í mánaðinum, so innsavnan verður til missiónshúsið. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Morgun kaffe

Í morgin verður morgun kaffe aftur á skánni. Vit byrja kl. 10.00 og halda á til áleið kl. 12.00. Øll eru hjartaliga vælkomin til morgun kaffe í missiónshúsinum

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.