Tabor

Tabor

Missiónshúsið fingið nýggjan formann

Á møtinum í Tabor á Toftum sunnukvøldið, 27. januar, var millum annað kunning frá stýrinum. Kunningin var, at nýggjur formaður er valdur fyri Leilu Højgaard, sum hevur verið forkvinna síðani 2006. Leila kom uppí stýrið fyri missiónshúsið í 2000. Nýggi…

SKA-fest í morgin.

Í morgin 29. januar kl.19.30 bjóðar sjómanskvinnuringurin til SKA-fest í missiónshúsinum. Bartal Danielsen kemur at siga frá arbeiðinum umborð á Logos Hope, og Torleif Johannesen, verður eisini við. Felagssangur, góður drekkamunnur, hugni og innsavnan til Sjómansmissiónina verður eisini á skránni. Allar…

Sunnudagsskúli og møti í morgin

Sunnudagsskúlin byrjar kl. 14.00. Í morgin fara vit at hoyra um tá ið Jesus velur sær lærusveinar. Møti byrjar kl. 18.00. Í annaðkvøld verður tað Kaj Eli Hansen sum kemur at tala til okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði á…

Morgun kafé

Í morgin verður aftur “Morgun kafé” á skránni. Vit byrja kl. 10.00, og halda á til áleið kl. 12.00. Vit hugna okkum saman við einum góðun drekkamunnu, umframt at vit koma at fáa onkrar frásøgni, og eitt Guðs orð.

Bíbliutími í annaðkvøld.

Bønarløta og bíbliutími verða í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Dakko Petersen sum kemur at hava bíbliutíman. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Barnaringurin byrjar aftur

Nú byrjar barnaringurin aftur í nýggja árinum. Vit byrja aftur í morgin kl. 17.30. Vit fara at syngja og hoyra Guðs orð saman, áðrenn vit fara at gera ymskt handaligt. Øll í aldrinum 5-14 ár eru hjartaliga vælkomin á barnaring.

Sunnudagsskúli og møti í morgin.

Sunnudagsskúlin byrjar kl. 14.00. Í morgin fara vit at hoyra um tá ið Jesus bleiv og umskorin og tá ið hann bleiv doyptur. Til møti í annaðkvøld kl. 18.00, fara vit at fáa tveir vitnisburðar frá Pól á Sondum og…

Bíbliutími í annaðkvøld.

Bønarløta og bíbliutími verða í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30, og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Hans Jákup Hansen sum kemur at hava bíbliutíman. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.