Tabor

Tabor

Gleðilig jól í Jesu navnið

“Latum okkkum nú fara beinavegin til Betlehem og vita um hesi tíðindi, sum hend eru, og sum Harrin hevur kunngjørt okkum”. Luk 2,15b Det var en god opfordring, hyrderne gav hinanden: Lad os dog gå til Betlehem. De havde fået…

Sunnudagsskúli og møti í morgin

Sunnudagsskúlin byrjar kl. 14.00. Í morgin fara vit sjálvandi at hoyra um, tá ið Jesus bleiv føddur. Møti byrjar kl. 18.00. Í annaðkvøld verður tað Ólavur Ø. Hansen sum kemur at tala Guðs orð til okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin,…

Skráin um hátíðuna

Tann 23 desember verður sunnudagsskúli og møti sum vanligt.  Jólaaftan er guðstænasta í Fríðrikskirkjuni kl. 17.00.  Taborkórið kemur at syngja.1. jóladag er guðstænasta í Fríðrikskirkjuni kl. 11.00, við presti, og kirkjukórið lutekur við sangi. Kl. 18.00 er guðstænasta í Nes…

Sunnudagsskúli og møti

Sunnudagsskúli og møti verða í morgin.  Sunnudagsskúlin byrjar kl. 14.00. Í morgin fara vit at hoyra um tá ið eingilin Gabriel koma at vitja Mariu, sum bleiv mamma til Jesus.  Møti byrja kl. 18.00. Til møti í annaðkvøld fara vit…

Bønarløta og bíbliutími

Persónar

Bønarløta og bíbliutími verða í annaðkvøld.  Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00.  Í annaðkvøld verður tað Hilmar Højgaard sum kemur at hava bíbliutíman.  Øll eru hjartaliga vælkomin. 

Junior í morgin

Junior verður aftur í morgin kl. 19.00.  Hetta er síðsta Junior í ár, so okkurt gott verður, bæði til matna og hugna.  Vit byrja við tí andaliga partinum, at syngja og hoyra Guðs orð, áðrenn vit fara til tann likamliga…

Grønlandstoymi vitjar til møti.

Grønlandstoymi 2018

Møti verður í annaðkvøld kl. 18.00, og fáa vit tá vitjan.  Tað verður Grønlandstoymi sum kemur at vitja. Tey koma at boða Guðs orð fyri okkum, umframt at tey koma at syngja og greiða frá túrinum sum tey vóru á…

Sunnudagsskúli í morgin

Sunnudagsskúli verður kl. 14. 00 í morgin. Nú nærkast jólini, so tað sum vit fara at hoyra um í morgin, eru úr Gamla Testamenti, har í Guð boðaði frá at hann skuldi senda ein frelsara í heimin.  Øll eru hjartaliga…

Ungdómsmøti í annaðkvøld

Ungdómsmøti verður í annaðkvøld kl. 20.00.  Vit fara at hoyra Kaj Eli Hansen boða Guðs orð fyri okkum, vit fara at syngja saman, og so fáa vit eisini ein góðan drekkamunnu, afturvið góðum hugna.  Øll eru hjartaliga vælkomin. 

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.