Tabor

Tabor

Morgunhugni í morgin.

Kaffi

Í morgin kl. 10.00 verður aftur morgunkaffi í missiónshúsinum. Vit fáa okkum ein góðan kaffimunn, við onkrum aftuvið, og annars hugna okkum saman. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Bíbliutími í annaðkvøld kl 20.00

Bíbliutími  verður í annaðkvøld kl 20.00. Í annaðkvøld byrja vit við bíbliutímanum kl 20.00, og so hava vit bønarløtuna aftaná. Í annaðkvøld verður tað Alfred Olsen, sum kemur at hava bíbliutíman. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Barnaringur í morgin

Barnaringur verður aftur í morgin kl. 17.30. Vit hoyra bíbliusøgu, og syngja saman, áðrenn vit fara at gera ymiskt handaligt. Øll børn í aldrinum 5-14 ár eru hjartaliga vælkomin á barnaring.

Bønarløta í kvøld kl. 21.00.

Í kvøld kl. 21.00 verður fyrsta bønarløta, har serliga verður biði fyri missiónsvikuni sum byrjar komandi sunnudag. Bønarløtan verður í niðaru loftstovuni, og øll eru hjartaliga vælkomin. Bønarløta verður so hvørt kvøld hesa vikuna kl. 21.00.

Junior í morgin

Junior verður aftur í morgin kl. 19.00. Tað verður okkara prestur Ovi Brim sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum. Allir Juniorar í 5-7 flokki eru hjartaliga vælkomnir.

Sunnudagsskúli og møti í morgin

Sunnudagsskúlin byrjar kl. 14.00. Í morgin fara vit at hoyra um, tá ið Jesus fer at undirvísa sínum lærusveinum. Møti byrjar kl. 18.00. Jóhan Henriksen, Klaksvík talar Tað er fyrsti sunnudagur í mánaðinum, so innsavnan verður til missiónshúsið

Bønarløtur fyri missiónsvikuni

Missiónsvikan er í tíðarskeiðinum 10. – 17. februar. Í vikuni undan, fara vit at samlast í bøn fyri missiónsvikuni. Byrjað verður mánakvøldið 4. februar kl. 21. uppi í loftstovuni, og hildið verður á við bønarløtunum alla vikuna undan missiónsvikuni. Øll…

Blákross ungdómsmøti

Í annaðkvøld skipar Tofta-/Rituvíkar blákrossfelag fyri ungdómsmøtinum. Byrja verður við døgverða, men her er tilmelding neyðug, men frá kl. 20.00 er øll hjartaliga vælkomin. Vit fara at syngja saman, og so kemur Martin Kúrberg, sum kennir nógv til ungdóm, og…

Tú mást ikki misbrúka navn Harrans, Guðs tíns…

Tú mást ikki misbrúka navn Harrans, Guðs tíns, tí at Harrin sigur ikki tann ósekan, ið misbrúkar navn hans.   2. Mós. 20,7 At beskæftige sig med dette bud og overtrædelserne heraf er rystende, for det afslører både, hvordan menneskesindet er…

Bíbliutími í annaðkvøld.

Bønarløta og bíbliutími verða í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Marjan Nielsen sum kemur at hava bíbliutíman. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.