Tabor

Tabor

Møti í annaðkvøld – fáa vitjan.

29/4-2017 Til  møti í annaðkvøld fáa vit vitjan av Atla Rasmussen frá Klaksvík, ið kemur at tala Guðs orð til okkara. Somuleiðis fá vit vitjan av Kristianu og Jóhannes Finnsson, sum fara út sum trúboðarar til Tanzania. Tey koma at greiða frá arbeiðnum tey…

Bíbliutími í kvøld

26/4-2017 Bønarløta og bíbliutími verða í kvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í kvøld verður tað Olaf Magnussen sum hevur bíbliutíman. Øll eru hjartliga vælkomin.

Junior í morgin

23/4-2017 Junior verður aftur í morgin kl. 19.00. Allir Juniorar í 5-7 flokk, eru hjartaliga vælkomnir.

Sunnudagsskúli og møti

23/4-2017 Sunnudagsskúli og møti verða í dag. Sunnudagsskúlin byrjar kl. 15.00. Vit fara at hoyra Ólavur siga okkum frá um eina framsýning, sum er í Tabor. Tað er um missiónsarbeiðið, sum hevur verið á Toftum í 100 ár. Á fransýningini eru…

Skráin fyri 100 ár haldi í morgin

21/4-2017 Her kemur skráin fyri 100 ára haldi sum verður í morgin  frá kl. 15 til 18 Vælkomin: Leila Højgaard Felagssangur: Vi skal samles i himlen engang Felagssangur: Barnasangur Andagt: Ovi Brim, prestur hevur andagt Kórsangur: Streingjakórið 2 sangir, og…

100 ára hald fyri missiónsarbeiðið.

21/4-2017 Tað er í morgin at tann stóri hátíðardagurin verður, nú tað í ár eru 100 ár liðin, síðani missiónsarbeiðið byrjaði her hjá okkum. Dagurin verður hildin í missiónshúsinum leygardagin frá kl. 15 til 18. Á skránni verða sangframførslur, andakt,…

Missiónsarbeiði 100 ár

19/4-2017 Í ár eru 100 ár liðin síðani missiónsarbeiði byrjaði her hjá okkum. Somuleiðis eru tað 60 ár síðani at Streingjakórið byrjaði. Streingjakórið hevur givið 2 fløgur, ella plátur sum tað tá kallaðis, út. Her eru 2 av sangunum. Sangurin…

Bønarløta og bíbliutími

18/4-2017 Bønarløta og bíbliutími verða í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Alfred Olsen, sum kemur at hava bíbliutíman. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Páskamøtir – 2. Páskadagur

16/4-2017 Í morgin er síðsti dagur á páskastevnuni í ár. Dagurin byrjar við einum felags sunnudagsskúla kl. 15.00. Møti byrjar kl. 19.00. Tað verður Jógvan Højgaard sum kemur at tala, og sang fáa vit frá kórinum Todos av Glyvrum. Øll eru hjartaliga vælkomin,…

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.