Tabor

Tabor

Junior í morgin.

Junior verður aftur í morgin. Vit byrja kl. 19.00 og er liðug umleið kl. 21.00. Allir Juniorar í 5-7 flokki eru hjartaliga vælkomnir.

Sunnudagsskúli og møti í morgin.

Sunnudagsskúli og møti vera í morgin kl. 14.00. Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra teir 4 vinmenninar, sum bóru vinin hjá sær til Jesus. Á møtinum fáa vit vitjan av Øssur Steinhólm, sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum.…

Bønargonga

v

Í samband við missiónsvikuna verður bønargonga í annaðkvøld fríggjadagin 2. febr. Vit fara at ganga í bøn fyri bygdum okkara, Nes, Toftir og Saltnes, og fyri øllum okkara fólki í kommununi.  Vit møtast í missiónshúsinum, fríggjakvøldið 2. febr. kl. 19.00. …

Bíbliutími í kvøld.

Bønarløta og bíblutími vera í kvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í kvøld verður tað Torleif Johannesen, sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Bindimøti í kvøld.

Logo

Bindimøti verður aftur í kvøld. Vit byrja kl. 19.30 og halda á til kl. 21.30. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar.

Sunnudagsskúli og møti í morgin.

Í morgin verður sunnudagsskúli og møti kl. 14.00. Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra um, tá ið Jesus sum 12 ára gamal, var í Templinum og lurtaði og spurdi teir lærdu jødanar har. Til møti, verður tað Jaspur Langgaard sum…

Ungdómsmøti í Rituvík.

Í kvøld verður einki ungdómsmøti her hjá okkum, men í staðin fara vit øll til Rituvíkar á ungdómsmøti. Tað er missiónsvika í Rituvík, og í kvøld eru tað tey ungu sum hava møti. Tað verður okkara egni Beini Langgaard sum…

Morgun kaffi byrjar aftur.

Í morgin byrjar morgun kaffi aftur. Vit byrja kl. 10.00, og eru liðug áleið kl. 12.00. Í morgin fáa vit vitjan av Jens Dalsgaard og Asfinn Sigvardsen, sum við myndum og orðum, taka okkum ein túr til føroysku vøtnini. Øll…

Bíbliutími í annaðkvøld.

Bøn

Bønarløta og bíbliutími verða í annaðkvøld. Bønarløtan er kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Rani Hansen, sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Útimissiónsbarnaringurin byrjar aftur.

Barnaringur 2021

Nú byrjar útimissiónsbarnaringurin aftur, í tí nýggja árinum. Vit byrja í morgin kl. 17.30, har vit koma at syngja saman, og hoyra bíbliusøgu. Eftir tað fara vit út í verkstøðini at gera ymiskt handaligt. Barnaringurin er liðugur kl. 19.00. Øll…

SKA-fest í annaðkvøld.

Nú byrjar Sjómanskvinnuringurin ella bindimøti aftur. Vit byrja við SKA-fest, og vit byrja kl. 19.00. Innsavnan verður til Sjómansmissiónina. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.