Bindimøti í annaðkvøld.

Bindimøti verður aftur í annaðkvøld. Vit byrja kl. 19.30 og enda áleið kl. 21.30. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar.

Bindimøti verður aftur í annaðkvøld. Vit byrja kl. 19.30 og enda áleið kl. 21.30. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar.

Sunnudagsskúli og møti verða í morgin kl. 14.00. Skjótt verða páskinar, og tí fara vit teir komandi sunnudaganar at hoyra um páskinar. Vit byrja í morgin at hoyra um, hvat hendi Pálmasunnudag. Á møtinum í morgin, sum verður eitt evnis…

Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20.00. Vit byrja við bønarløtu kl. 19.30. Í kvøld verður tað Ólavur Ø. Hansen sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum. Vit syngja saman, og aftaná møti fáa vit drekka og hugna okkum saman.…

Í morgin verður morgun kaffi aftur. Vit byrja kl 10.00. Hesaferð verður tað tó eitt sindur øðrvísi, tí hesaferð verður tað Grannakaffi, sum er eitt tiltak sum Krabbameinsfelagið stendur fyri, og er ymsastaðir runt landi. Vit byrja við einum góðum…

Bønarløta og bíbliutími verða í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Beinir Langaard sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Útimissiónsbarnaringurin verður aftur í morgin. Vit byrja kl. 17.30, har vit hoyra Guðs orð og syngja saman. Síðani fara vit út í bólkar, at gera ymiskt handaligt. Vit enda kl. 19.00. Øll í aldrinum 6-14 ár eru hjartaliga vælkomin.

Í morgin kl. 19.30, verður Sjómanskvinnuringurin í Rituvík. Hetta verður í missiónshúsinum í Rituvík. Tað verða allir ringarnir runt fjørðin, sum koma at samlast. Innsavnan verður til Sjómansmissiónina. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar.

Junior verður aftur í morgin. Vit byrja kl. 19.00 og er liðug umleið kl. 21.00. í morgin kemur Petur Hans Hansen at hava eitt Guðs orð til okkara, vit syngja saman. Eftir møti fari vit at hugna okkum við einum…

Í morgin byrja vit frokost eftir guðstænastuna. Kl. 14.00 byrjar sunnudagsskúlin og møti. Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra víðari um Jósef. Hesaferð fara vit at hoyra um, tá ið pápi Jósef, Jákup, saman við allari familjuni komu til Egyptaland.…

Bønarløta og bíbliutími verður í kvøld. Bønarløtan byrja kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í kvøld verður tað Kristin Nordendal, sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Í morgin verður sunnudagsskúli og møti kl. 14.00. Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra meira um Jósef. Hesaferð verður tað um tá ið Jósef kom til Egyptaland. Til møti kemur Torleif Johannesen at boða Guðs orð fyri okkum. Øll eru…