Junior í morgin
Junior verður aftur í morgin. Vit byrja kl. 19.00 og halda á til áleið kl. 21.00. Allir Juniorar í 5-7 flokki eru hjartaliga vælkomnir.
Junior verður aftur í morgin. Vit byrja kl. 19.00 og halda á til áleið kl. 21.00. Allir Juniorar í 5-7 flokki eru hjartaliga vælkomnir.
Í morgin verður sunnudagsskúli og møti kl. 14.00. Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra eitt líknilsi sum Jesus segði frá, um ein mann sum skyldaði øðuliga nógvar pengar. Á møtinum fáa vit vitjan av Johild Finsson, sum kemur at tala til okkara. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Sunnudagsskúli og møti Read More »
Ungdómsmøti verður í kvøld. Vit byrja við bønarløtu kl. 19.30, og ungdómsmøti byrjar kl. 20.00. Í kvøld fáa vit vitjan av Dánial O. Olsen. Vit fara at lovsyngja saman, og eftir møti verður ein góður drekkamunnur at fáa. Øll ung frá 7 flokki og uppeftir eru hjartaliga vælkomin.
Ungdómsmøti í kvøld Read More »
Bønarløta og bíbliutími verða í kvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í kvøld verður tað Kaj Eli Hansen, sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Bíbliutíma í kvøld Read More »
Bindimøti verður í annaðkvøld. Vit byrja kl. 19.30 og halda á til áleið kl. 21.30. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar.
Bindimøti í annaðkvøld. Read More »
Møti verður aftur í morgin, 2. Páskadag kl. 14.00. Tá kemur talarin heilt úr Thailandi. Ernst hjá Kristu og Ólavur Magnussen er heima, so hann kemur at boða Guðs orð fyri okkum. Eisini kemur hann at greiða frá arbeiðinum í Thailandi. Øll eru hjartaliga vælkomin á møti.
2. Páskadagur – møti kl. 14.00. Read More »
Jesus sigur vid hana: “Maria”. Jóh. 20,16 Nevnir nakar títt navn, ivast tú ikki í , at viðkomandi meinar vid teg. Tú kans vera vaksin upp í einum kristnum heimi. Tú kanst vita nógv um kristindómin. Ja, tær kann leingjast eftir at gerast kristin. Tað gagnar tær alt samalt einki, um tú ikki hevur fingið
Gleðiligar páskir – Jesus er upprisin Read More »
Í morgin er Páskadagur, og møti og sunnudagsskúli er kl. 14.00. Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra um, tá ið Jesus reis upp frá deyðum. Eisini fara vit at syngja, og hoyra søgu saman. Á møtinum, kemur Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, at boða Guðs orð fyri okkum. Eisini kemur Taborkórið at syngja. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Páskadagur – sunnudagsskúli og møti. Read More »
”…og hann bar sjálvur kross sín…” Joh. 19,17 Bert fá sekund, og hesi seks orð eru borin av munni. Men hvør ævig kvøl var tað ikki hjá Jesusi at fullføra tey í verki. Hvørt spor, hann steig, var ein pínsla. Fótaspor hansara í Jerusalems steinsettu gøtum vóru fargað av blóði. Tað er Jesus, ið gongur
Møti verður í morgin, Langafríggjadag kl. 14.00. Marjan Nielsen kemur at tala, og Streingjakórið syngur. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Møti í morgin – Langifríggjadagur Read More »
Bønarløta og bíbliutími vera í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Fríði Dam, sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Bønarløta og bíbliutími. Read More »