Sunnudagsskúli og møti.

Sunnudagsskúli og møti verða í morgin kl. 14.00. Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra um líknilsi sum Jesus segði frá, um teir tveir synirnar, har annar rýmdi heimanífrá, men seinni vendi heim aftur, meðan hin var heima. Á møtinum kemur Hans Karl Højgaard at boða Guðs orð fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Sunnudagsskúli og møti. Read More »

Morgun kaffi - Grannakaffi

Morgun kaffi – Grannakaffi

Í morgin verður morgun kaffi eitt sindur annaleiðis. Vit fara at hava tað sum kallast “Grannakaffi” Grannakaffi er eitt tiltak sum er skipa í samband við Krabbameinsfelagið. Har felagið á ein annaleiðis hátt, heitir á fólk/felagsskapir um at samla inn til arbeiði hjá Krabbameinsfelagnum. Og samstundi brúka høvi til at kunna, og hoyra søgur frá

Morgun kaffi – Grannakaffi Read More »

60+ dagur í Nesvík

Leygardagin, 25. mars, verður 60+.60+ er ein hugnaligur og uppbyggjandi dagur, fyri tey, sum eru 60 ár og eldri. Dagurin er fyltur við áhugaverdum frásøgnum, góðum felagssangi, lekkrum mati og pausum, har til ber at hugna sær saman. Enn er møguleiki at melda seg til, men tað ræður um at skunda sær, tí freistin er

60+ dagur í Nesvík Read More »

Sunnudagsskúli og møti

Sunnudagsskúli og møti vera í morgin kl. 14.00. Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra um eitt líknilsi sum Jesus sigur frá um eitt brúdleyp. Eisini syngja vit saman, og hoyra søgu. Møti koma tey ungu at hava. Beinir Langaard kemur at boða Guðs orð fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði á sunnudagsskúla og møti.

Sunnudagsskúli og møti Read More »

Barnaringurin 40 ár

Mikukvøldið 22. mars verður avslutningur hjá barnaringinum. Millum kl. 17-18 verður møguleiki at fáa sær nátturða í kjallaranum. Lutirnir sum børnini hava gjørt kunnu keypast, og møguleiki verður fyri at keypa seðlar til burturlutanina, sum verður seinni um kvøldið. Peningurin sum kemur inn, fer til útimissiónsarbeiðið. Kl. 18.00 verður andakt uppi í salinum og barnakórið

Barnaringurin 40 ár Read More »

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.