Ein góð jólagáva!

Mangla tær onkra jólagávu enn? So er góður møguleiki at keypa jólagávuna í missiónshúsinum Bókasølan í missiónshúsinum hevur nógvar bøkur. Her kanst tú fáa eina góđa jólagávu, til onkran, tú ert góður viđ. Um rætta bók ikki er á bókaborðinum, er hon kanska á manna.fo. Har er eitt breitt úrval av bókum.

Ein góð jólagáva! Read More »

Dekratión

Jóladekratiónir

Í morgin verður tann árligi dagurin, har vit ungu fara at gera jóladekratiónir, fyri síðani at fara út til tey eldru í okkara bygdum at vitja, hava andagt og geva teimum eina jóladekratión, við ynski um eini vælsignað jól í Jesu navnið. Vit byrja í morgin kl. 16.00 við at gera dekratóninar. Tað eru nógva

Jóladekratiónir Read More »

Morgun kaffi – jólahugni

Síðsta morgun kaffi í hesum árinum, verður í morgin. Vit byrja kl. 10.00 og halda á til áleið kl. 12.00. Í morgin fara vit at hava jólahugna. Vit fáa vitjan av Marjun Lómaklett, sum kemur at greiða frá, tí serligu framførðsluni av Jesu pínslusøgu. Hendan verður framført 10 hvørt ár í Oberammergau í Týsklandi. Eisini

Morgun kaffi – jólahugni Read More »

Kristi Himmelfart

Junior í kvøld.

Næstseinasta Junior í ár verður í kvøld kl. 19.00. Jaspur Langaard kemur at hava eitt Guðs orð til okkara, vit fara at syngja saman, og eftir møti fara vit at hugna okkum við drekka og spølum. Allir Juniorar í 5-7 flokki eru hjartaliga vælkomnir.

Junior í kvøld. Read More »

Sunnudagsskúli og møti.

Í morgin verður sunnudagsskúli og møti kl. 14.00. Á sunnudagsskúlanum fara vit aftur at hoyra um Móses. Hesaferð fara vit at hoyra um, tá ið Móses kemur aftur til Egyptaland, og skal møtir Farao. Á møtinum kemur Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari at boða Guð orð fyri okkum. Eisini fáa vit sang, frá Bjartu Á. Arge og

Sunnudagsskúli og møti. Read More »

Ungdómsmøti í kvøld.

Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20.00. Kl. 19.30 verður bønarløta. Til ungdómsmøti í kvøld, kemur aðalskrivarin fyri Heimamissiónina, Andrias Magnussen at boða Guðs orð fyri okkum. Hann kemur at tosa yvir evni “bíbliu basis” Eftir møti fara vit at hugna okkum saman. Øll frá 7 flokki og uppeftir, eru hjartaliga vælkomin á ungdómsmøti.

Ungdómsmøti í kvøld. Read More »

Ungdómsmøti í kvøld.

Ungdómsmøti í kvøld, sum byrjar kl. 20.00, verður eitt gentu- og dreingja ungdómsmøti. Vit fáa undirvísing frá pørunum Ingrid og Hans Jákup Hansen og Marjan og Birgir Nielsen.  Aftaná ungdómsmøti fara vit at hugna okkum saman.  Minnist til bønarløtuna kl. 19.30.  Øll frá 7 flokki og uppeftir eru hjartaliga vælkomin. 

Ungdómsmøti í kvøld. Read More »

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.