Bíbliulestur og Kristus-lív
“Tit rannsaka skriftirnar, tí at í teimum halda tit, at tit hava ævigt lív, og tað eru tær, sum vitna um meg; og kortini vilja tit ikki koma til mín, til tess at tit mega hava lív.” (Jóhs. 5,39-40)
“Tit rannsaka skriftirnar.” Jú, vit vita jú, hvønn hesi orð upprunaliga vóru søgd við. Jesus talaði við landsmenn sínar, og tá serstakliga við teir skriftlærdu, prestarnar og gudfrøðingarnar.
Men hevur hetta einki at siga okkum prestum og guðdfrøðingum í dag? Rannsakan av skriftunum er júst okkara serstaka arbeiði. Ein framíhjárættur – um vit altso taka arbeiði okkara við skriftini í álvara! Heilagi Andin hevur kortini vent orðinum, so tað er persónlig áheitan – til okkum sjálvar:
Tú, ið hevur bíbliulesnað sum dagliga gerning tín, leiðir tað teg til Kristus? Til eitt reiðiligari og ríkari lív saman við honum?
Hetta hendi nevniliga tíverri ikki hjá gudfrøðingunum á Jesu døgum hóast teirra ídna lestur av skriftunum.
Skildyrkan – hetta at bíbbliulestur og bíbliurannsókn næstan bara hugfangar “høvur” mítt, skil mítt, og ikki hevur so nógv við “hjarta” mítt, samvitsku mína, ja, við alla persónmensku mína at gera, tað er framvegis stóri vandin hjá teimum átrúnaðarligu “serfrøðingunum”. Meg minnist ein av grannum okkara, ið einaferð kom at vitja mammu mína. Hann var ein hjartagóður, trúgvandi handilsmaður. Eisini las hann í bíbliuni, ja, granskaði bíbliuna, dúgligari enn tey flestu, eg nakrantíð havi hitt. Stóri áhugi hansara var dópsspurningurin. Bókahyll hansara var full av bólkum um hetta evni – umframt við øllum, sum hevði við halgubók at gera.
Hvat vildi hann mammu? Hon var ein av hesum vanligu kristnu kvinnunum, sum legði øll viðurskifti í gerandisdegnum fram fyri frelsara sín. Bíblian hennara, ið var útslitin, ja at samanbera við “leysablaðskipan” lá altíð á køks- ella matborðinum, og einki var ov smátt – ella ov stórt – at bera fram fri Jesus. Hvat var tað tá hesin lærdi grannin vildi henni? Var tað ein nýggj umrøða av dópinum? Nei, tað var nakað heilt annað:
Frú Johnsen, kunnu tygum ikki biðja fyri mær? Slík órógv er komin á meg viðvíkjandi andaliga lívi mínum. Eg eri bangin fyri, at skjótt er alt bara inni í høvdi mínum. Vilt tú biðja fyri mær?
Tað vildi mamma. Tey løgdu seg á knæ har í stovuni og bóðu við og fyri hvørjum øðrum.
Hann var ein reinlyntur bíbliugranskari, ið sjálvur hevði upplivað – og fatað – deyðiliga vandan fyri andaliga lívi okkara í skildyrkanini.
Hevur tú – havi eg – fatað hetta?
Leiðir bíbliulesnaður tín til Kristus-lív?
úr andaktsbókini “Livandi steinar”