Gleðuligar páskir – Jesus er upprisin
Tá fór nú eisini hin lærusveinurin inn, sum fyrr var komin til grøvuna, og hann sá og trúði. Tí at enn høvdu teir ikki skilt skriftina, at hann átti at rísa upp frá deyðum. (Jóhs. 20,8-9)
Frásøgn Jóhannesar um Jesu uppreisn ber dám av stórtíðindum! Tú kennir sterka spenningin millum linjurnar, skund og skiman…
Maria Magdalena er fyrst harúti. Hon sær, at steinurin er tikin frá grøvini, og hon rennur aftur til lærusveinarnar! Hetta mugu teir skjótast gjørligt frætta.
Síðani koma Pætur og Jóhannes, hann, ið altíð lítillátin fjalir seg undir einum “dulnevni”, sum t.d. Her: “hin lærusveinurin”. Eisini teir hava skund: “Teir runnu báðir tveir í felag, men hin lærusveinurin rann frammanfyri, skjótari enn Pætur, og kom fyrr til grøvina”. Er hetta ikki einastu ferð, vit frætta nakað um kapprenning millum tveir lærusveina-leiðarar? Og hóast sítt vanliga smædni hevur Jóhannes hesaferð ikki kunna gloymt, at hann var fyrstur við grøvina! Vanliga var tað ivaleyst Pætur, ið tók tað plássið!
Pætur yvirtók eisini ta spennandi kanning av sjálvari grøvini. Hann fór innar og fann línklæðini, men likamið var burtur. Men hann gáaði um ein lítlan staklut: sveittadúkurin, sum hevði ligið um høvur Jesu, var ikki blakaður til viks, men lá samanballaður á einum staði fyri seg sjálvan. Tað peikar hvørki á flýggjan í skundi ella á líkrænarar.
At enda fer eisini Jóhannes inn í grøvina. Higartil hevði hann verið nøgdur við bert at kaga innar. Nú fær hann yvirlit yvir alt, og hann skilir, hvat er farið fram. Uppreisnin er ein veruleiki! Jesus livir! “Hann sá og trúði”.
Men hann hevði tá ikki fingið tað endaliga prógvið? Nei, men i ljósi av skriftini skilti hann, hvat var farið fram. Sama var galdandi Pætur: “Tí at enn høvdu teir ikki skilt skriftina, at hann átti at rísa upp frá deyðum”. Tað er reiðilig tala. Men nú skiltu teir!
Hvussu skulu vit, ið liva í dag, kunna koma til trúgv á Jesu uppreisn? Tað endar altíð í tí vali, ikki skepst undan: annaðhvørt boyggja vit okkum fyri eygnavitnunum í heilagu skriftini ella vraka vit vitnisburð teirra. Hann “trúði”, vegleiddur til sannleikan av skriftarinnar orði. Annar vegur til trúgv uppá Jesu uppreisn gevst ikki.
úr andaktsbókini Livandi steinar