andakt bók

Guð er trúfastur

H. C. Andersen, sum hevur skrivað so nógv ævintýr, hevur einaferð sagt frá eini hending um seg sjálvan, sum ikki er eitt ævintýr. Tað var hansara fermingardagur. Fyri fyrstu ferð í lívi sínum hevði hann fingið einar nýggjar stivlar. Av berari frøi hevði hann stivlarnar uttan á buksunum, so at øll skuldu síggja teir.

“Men”, sigur hann, “gudstænastan varð órógvað. Eg hevði ringa samvisku, tí at eg hugsaði líka nógv um mínar nýggju stivlar sum um tann góða Guð. Eg bað hann av heilum huga um fyrigeving – og so hugsaði eg aftur um mínar nýggju stivlar.”

Tað er dapurt at síggja, at vit falla so lætt í tað sama, sum vit hava biðið Guð um fyrigeving fyri. Mangan verða vit freistaði at gevast við øllum. Sátan sigur, at tað nyttar ikki at biðja um fyrigeving fyri ta somu syndina. Men tað er ósatt. At falla er ikki tað ringasta, vit kunnnu gera; tað ringasta er, at vit ikki biðja Guð um fyrigeving fyri okkara ólýdni.

Vit kunnu detta á sjógv, men vit kunnu ikki liva í sjónum. Somuleiðis kann ein kristin falla í synd, men hann kann ikki liva í syndini, sigur Luther. – Pætur spurdi einaferð Jesus, hvussu ofta vit eiga at fyrigeva bróður okkara, sum syndar móti okkum, og Jesus svaraði: “ikki sjey ferðir, men sjúti ferðir sjey ferðir.” – Av hesum skilja vit, at Guð altíð vil fyrigeva okkum.

Guð er trúfastur. Tá ið talan er um at játta syndum okkara, er gott at vita at skrivað stendur um Guð, at: “um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi” (1. Joh. 1,9)

Similar Posts