fbpx

Jólini peika móti páskum!

Í hesum varð Guðs kærleiki opinberaður okkara millum, at Guð hevur sent son sín, hin einborna, í heimin, fyri at vit skulu liva við hann. Í hesum er kærleikin: Ikki at vit elskað Guð, men at hann elskaði okkum og sendi son sín til at vera bót fyri syndir okkara. 1. Jóhs. 4,9-10

Jólini eru vorðin tann stóra hátíðin her á landi. Og latið okkum gleðast um tað, hóast tey mongu síðuspor hátíðarhaldið av jólum er farið inn á. Eitt jólaminni, ein jólasangur, og fram um alt tey vælkendu orðini í jólaboðskapinum kunnu venda huga og sál móti Guði og kanska seta nakað í gongd.
Samstundis mugu vit við sorg ásanna, at nógv tey flestu eyðsæð hátíðarhalda jól við styttum framtíðarútliti. Tey steðga við krubbuna og koma ongantíð fram at krossinum! Á jólum verður Jesus hátíðarhildin, á páskum verður “sólin” dýrkað. (Her verður hugsað um Noreg, har øll, ið hava møguleika til tess, fara til fjals!)
Her kunnu orð ápostlanna hjálpa okkum aftur á beint við veruligu ætlanini við jólumum: Hví kom Jesus? Hvat var endamálið við holdtøkuni (inkarnatiónini) – hetta at Jesus gjørdist menniskja?

Hjá Jóhannesi er málið sera greitt: Guð “hevur sent son sín” – og tað eru jól! “at vera bót fyri syndir okkara” – tað eru páskir! Jólanna gleðiboðskapur og páskanna gleðiboðskapur eru óskundurskiljandi! Tann, ið kvettir sambandið millum jól og páskir, millum krubbu og kross, millum inkarnatión og sáttargerð, hann kvettir sjálva lívæðrina í kristinlívinum! Eingin kann vera í iva um, hvat úrslitið verður: andaligur deyði.
“Blóðmissurin” verður so stórur, at guðsbarnalívið ikki kann yvirliva.
Hann ella hon, ið harafturímóti fáa eyga á – og í trúgv halda fast um – hesa undurfullu eind millum jól og páskir, krubbu og kross, Betlehem og Golgata, hann ella hon fara at takka og tilbiðja Jesus sum bróðir og Guðs lamb! Tey fara at frøast um frelsunar “byrjan á jørð” í Betlehem og lovsyngja um ævigu og fullkomnu sáttargerðina á Golgata! Jólagleði og páskafrøi verður til ein samfeldan lovsong!

Jesu dýrabara navn,
okkum frælsis morgunroði,
himni frá við gleðiboði,
bangnum sálum hvíldarhavn,
trúnna sterka sigursmerki,
vónum trygga akkersgrund,
lýs tú leið í lívsins verki,
veit tú lív á deyðans stund.
(Brorson – J. Dahl)

Úr andagtsbókini
”Livandi steinar”

  •  
  •  
  •  
  •  
  •