Vitaljósini – bókaumæli

”Tað er ein gleði at kunna geva mítt besta viðmæli til nýggju bókina, Vitaljósini. Við sínum uppbyggjandi søgum flytir Katrin okkum frá heimligum umhvørvi til ymisk fremmand lond. Fyri barnið er tað framvegis týdningarmikið at hoyra søgur, merkja nærveruna og at menna sítt hugflog við myndum. Søgurnar eru væl egnaðar at lesa heima við hús eins og í sunnudagsskúlanum.”
– Marjan Kass Nielsen, fyrrv. familju- og barnaráðgevi í Heimamissiónini.

Rithøvundur: Katrin Joensen
Útgivin: 2020
Blaðsíður: 200
Kostnaður: kr. 200,00

 

Børn ganga í hesum døgum runt í bygdini og selja hesa bók. Fram móti jólum verður hon eisini at fáa í bókasøluni í Tabor. 

Onnur tíðindi