Kristi Himmelfart

Leingjast eftir!

Tess vegna stynja vit eisini, við tað at okkum leingist eftir at yvirklæðast við húsi okkara frá himni, 2. Kor. 5,2

Øll kenna vit til at leingjast eftir einum ella øðrum. Tað at leingjast, at síggja fram ímóti er ein menniskjaligur partur av lívinum.

Orðið tosar her um at stynja, tí at vit leingjast. Hvat er hetta fyri ein longsul, sum førir stynjan við sær?

Jú, orðið tosar her um longsulin eftir tí Himmalska, tað sum er okkum í væntu, í trúnni á Jesus Krist.

Hví skal ein stynjan verða knýtt at tí at leingjast eftir tí Himmalska?

Tí at vit vita at hesin heimur er lagdur undir fáfongd, hesin heimur skal forganga, og tí verður tað fyri okkum sum trúgva á Jesus Kristus, ein stynjan og longsul eftir at hetta forgonguliga, skal verða umskift við tað óforgongiliga, tað fulkomna, tað Himmalska.

Korrintbrævið sigur ”Tí at hetta forgongiliga eigur at verða klætt í óforgongiligleika, og hetta deyðuliga eigur at verða klætt í ódeyðuligleika” 1. Kor. 15,53

Filippibrævið sigur ”tí at borgarskapur okkara er á himnum” Fil. 3,20

Men hvussu er í lívið okkara, sum trúga á Jesus Kristus, hava vit henda longsulin, hesa stynjanina eftir at fáa lut í okkara Himmalska borgaraskapi?

KEH

 

 

Similar Posts