Guðs náði fyri syndaran

Tí at eg havi onga gleði av deyða syndarans, sigur Harrin, drottin. Snúgvið tí við, so at tit mega liva! Ez. 18,32

Hesi orð vóru í fyrstu syftu søgd við Ísraels fólk. Tey høvdu vent Guði baki, og Guð sendi Ezekiel til teirra, at siga við tey, hvat tey høvdu gjørt skeift, men at Guð ynskti at náða tey, um tey vendu um til hansara. 

Ezekiel boðaði dóm yvir fólki, tí at tey høvdu gjørt ímóti Guðs boðum og fyriskipanum, men samstundis boðaði Ezekiels náði. Náði fyri tann sum velur at taka dómsorðini til sín, og venda um til ein náðigan Guð. 

Orðini eru eisini søgt til okkum sum liva í dag. Boðskapurin ljóðar: tú og eg hava synda, forbroti okkum ímóti Guðs boðum og fyriskipanum, og av røttum hava vit uppiborði deyða. 

Men samstundis ljóðar gleðiboðskapurin: Tí at øll hava syndað, og teimum vantar Guðs heiður, og tey verða rættvísgjørd fyri einki av náði hansara við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi. Rom. 3,23-24

Nei, Guð hevur onga gleði í deyða syndarans, men hann gleðist um hvønn syndara sum vendir um til hansara, í trúgv á Jesus fullgjørda verk, og livir samsvarandi umvendingini. 

Tín frelsari teg spyr í dag,
um tú vilt gera ferðalag,
so hann kann trúgvur leiða teg
um lívsins vandafulla veg?
MS nr. 270 ø.1.

Onnur tíðindi