Gleðuligar páskir í Jesu navnið
Vit skoðaðu dýrd hansara, dýrd, sum einborin sonur hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika. Jóh. 1,14
Jesu dýrd er øðrvísi enn øll onnur dýrd. Hon endar ongantíð. Øll menniskjanslig dýrd endar í øllum førum, tá ið himmalin og jørðin ganga undir, og tað mesta av henni er horvið langt áðrenn. Í kirkjugarðinum liggja mong, sum vóru ærað og vird, meðan tey vóru á lívi, men nú hava onnur tikið teirra pláss. Okkara dýrd er sum blóman á markini. Men Jesu dýrd er øðrvísi.
Tey flestu síggja als onga dýrd í Jesusi. Hann átti einki. ”Revar eiga holur, og reiður eiga himmalsins fuglar, men Menniskjusonurin átti ikki tað, sum hann kundi halla høvur sítt at1. Men tey, sum vóru væl við Jesus, sóu eina dýrd, sum tey ongantíð áður høvdu sæð. Hon var ikki tengd at jarðiskum ríkidømi, men full av náði og sannleika.
Á ferðini við honum hendi undrið. Heilagi Andin avdúkaði veruleikan fyri teimum. Tað var Guðs egna dýrd, ið hvíldi yvir andliti hansara.
Tá ið tú gjørdist kristin, sást tú dýrdarljóman um Jesus. Allur heimsins ljómi fánaði. Tú sást eina dýrd, ið ikki kundi metast við nakað annað.
Størst var Jesu dýrd á krossinum og í uppreisnini. Hann elskaði so høgt, at kærleikin helt honum undir Guðs vreiðidómi fyri syndarar. Ein slíkur kærleiki avdúkar eina dýrd, ið er guddómlig. Hon er full av náði. Jesus nýtti hana ikki til at hevja seg sjálvan. Gleði hansara er at frelsa teg.
Guð frelsir teg ikki, av tí at hann ikki veit, hvør tú ert. Hann kennir teg til fulnar. Men hann kennir eisini tín staðgongumann. Hann veit, at Jesus er bót fyri allar tínar syndir.
At vera kristin er at síggja tað sama, sum Guð sær. At vera kristin er at hava sína gleði, har Guð hevur sína. Guð sær Son sín og hevur tokka í honum. Og tú sært Jesus og fegnast um hann. Guðs hjarta og títt hjarta eru fylt av Jesu dýrd. Soleiðis er tað í dag. Soleiðis skal tað eisini vera í ævir.
1 Matt. 8,20
Úr andagtsbókini ”Eitt er neyðugt”
eftir H.E. Nissen