Morgun kaffi – jólahugni

Síðsta morgun kaffi í hesum árinum, verður í morgin.

Vit byrja kl. 10.00 og halda á til áleið kl. 12.00.

Í morgin fara vit at hava jólahugna. Vit fáa vitjan av Marjun Lómaklett, sum kemur at greiða frá, tí serligu framførðsluni av Jesu pínslusøgu. Hendan verður framført 10 hvørt ár í Oberammergau í Týsklandi.

Eisini fara vit at fáa sang frá skúlanæmingum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.