Gleðiligar páskir – Jesus er upprisin

Jesus sigur vid hana: “Maria”. Jóh. 20,16

Nevnir nakar títt navn, ivast tú ikki í , at viðkomandi meinar vid teg.

Tú kans vera vaksin upp í einum kristnum heimi. Tú kanst vita nógv um kristindómin. Ja, tær kann leingjast eftir at gerast kristin. Tað gagnar tær alt samalt einki, um tú ikki hevur fingið fatur í, at tað var tína vegna Jesus doydi og reis upp. Hevur tú ikki í hjarta tínum hoyrt Jesus siga við teg: Tú ert mín! So ert tú uttan fyri Guds ríki.

Men Harrin nevnir teg við navni, eins og hann gjørdi, tá id hann avdúkaði seg fyri Mariu. Tað er tann størsta og virðismesta í einum mannalívi.

Tá ið tað hendir, vera eygu tíni ikki fest á alt tað, Jesus kann geva tær, men á Jesus sjálvan. Tá verður tú upptikin av honum. Tá er tað honum, tú verður drigin at. Hann er vorðin alt fyri teg.

Ein gamal Harrans tænari hevur sagt: “Lívið er mær Kristus!” Tá ið roknskapurin skuldi gerast upp, var tað Jesusi eina, hann var upptikin av. Man tað ikki eisini fara at verða so í ævinleikanum?

Mong kristin grunda yvir, um tær jarðisku gáturnar verða ráddar í Himlinum. Men spurningurin er, hvussu nógv tú hugsar um tær, tá ið tú stendur andlit til andlits við Jesus. Tú verður helst so upptikin av honum, sum nevnir teg við navni, at tú gloymir alt annað.

Hugsa tær, at Jesus kennir teg! Hugsa tær, at tað er galdandi tann dag, tá ið tað hevur alt at siga! Hugsa tær at hoyra Jesus nevna títt navn, tá ið tað hevur við sær, at tú skalt arva tað ríkið, sum Faðirin hevur ætlað tær, frá tí at verøldin var grundað!

Jesus nevnir teg við navni.

Tað ger hann í dag. Møguliga kennir tú ófrið , kulda, deyða og tómleika í tær. Tað gjørdi Maria eisini, tá ið hon helt seg hava mist alt. Kortini var tað júst tann dagin, Jesus kom til hennara. Hann veit, at tær tørvar, at hann nevnir teg við navni. Tí sigur hann vid teg: “Óttast ikki, eg endurloysi teg; eg nevni teg við navni, tú ert mín!”

Úr andagtsbókini “eitt er neyðugt”.
eftir Hans Erik Nissen.

Onnur tíðindi