Gleðiligt nýggjár, í Jesu navni.

Enn eitt ár er nú runnið, vit líta aftur á árið, við tí, sum tað hevur borið við sær. Tíðinar broytast, og vit, sum menniskju, broytast við. Einki stendur í stað í hesi syndigu verð.

Eg kom niður á eitt vers frá Jesaja 46, har Guð tosar við sítt fólk Ísrael, har Guð minnir tey á, hvør hann er, og hvørji tey eru.

Ísraels fólk broyttust, tey eldust, hárini gránaðu, og endin var at tey søgdu hesi fold farvæl. Hetta er eisini galdandi fyri okkum.

Men hjá Guði eru umstøðurnar øðrvísi. Hann er ikki í okkara syndiga, falna heimi, men í einum óatkomandi ljósi. Tó sigur Guð við sítt fólk Ísrael, og okkum øll, sum hava sett okkara álit á hann, og son hansara Jesus Kristus, at ”alt at ellisárum eri eg hin sami; eg beri tykkum, til hárini á tykkum grána; eg lyfti og fari undir tykkum, eg beri og bjargi tykkum” Jes. 46,4

Ja, Guð var Guð í 2023, og hann verður eisini Guð í 2024. Vit hoyra av og á útsøgnina, at ”menniskjan er góð”. Um tað er nakað, sum 2023 hevur víst okkum, so er tað tað beint móttsatta. Menniskjan er ónd og er fødd í synd.

Tí skal ynskið fyri 2024 vera, at sama kall, sum ljóðaði til Ísraels fólk, har tey vóru biðin um at venda um til Guðs, so at hann aftur kundi verða teirra Guð, og teirra vernd og verja hvønn ein dag, eisini má ljóða út til okkara fólk í 2024. At enn er náðitíð, enn er Guð at finna. So at vit kunnu taka undir við Harmljóðunum, tá ið sungið verður ”hetta vil eg leggja mær í geyma, og tessvegna vóni eg: Náði Harrans er ikki uppi, miskunn hans ikki á enda; hon er nýggj á hvørjum morgni, mikil er trúfesti hans. Mín lutur er Harrin, sigur mín sál, tí vil eg troysta á hann”. Harmljóðini 3,21-24.

Gleðiligt nýggjár, í Jesu navnið, við tøkk fyri tað farna.

Similar Posts