“Sí, Guðs lamb -!”

Dagin eftir sær hann Jesus koma til sín og sigur: “Sí, Guðs lambið, sum ber synd heimsins!” (Jóhs. 1,29)

Jesus sum Guðs lamb, tað fullkomna bótoffurið fyri alla synd heimsins – hetta er tað hjartað, sum slær í øllum sonnum kristindómi.

Ein menniskja kann ivaleyst varðveita lívið, hóast hon missir ein fingur ella ein fót, men verður hol stungið á hjartað, tá er liðugt. Tá er deyðin vísur.

Soleiðis er eisini vorðið við kristindómi. Smálutir kunnu vera, ið øll ikki er nóg ansin um, ella frábrigdi, ið saknað verða. Men verður orðið um Guðs lamb, orðið um Golgata, orðið um krossin tikið burtur úr bíbliu, guðsfrøði og boðan, tá hava vit ikki longur sannan kristindóm, sanna kristna guðsfrøði, sanna kristna boðan. Hjartað er tikið burtur úr. Ikki slepst undan andaligum deyða.

Fyri nøkrum árum síðani doyði tann gamli dómprósturin í heimbýi mínum. Hann var ein framúrskarandi prestur, ein dugnaligur guðfrøðingur og reiðilig menniskja í øllum lutum. Ein sonur hansara, ið eisini er prestur, fór fram at kistuni hjá pápanum fyri at siga nøkur orð. Í stuttu talu síni fyri pápanum, skoytti hann uppí nøkur einfald orð, sum fyri mær – og ivaleyst mongum øðrum – gjørdist ein prædika. Ein prædika, sum eg vóni, eg seint gloymi. Orð hansara fullu nøkulunda soleiðis:
Seinnu árini upplivdi pápi eina løgna einfaldan av guðfrøðini. At enda var hon bert hesi fýra orðini: Hann doyði mína vegna.

Kæri vinur! Hægri ynski havi eg ikki – hvørki fyri teg ella meg sjálvan – at vit í góðum eins og í ringum døgum, í lívi og deyða halda okkum til hesa somu guðfrøði! Ert tú nívdur av gomlum syndum? Sí tað Guðs lambið! Hann doyði tína vegna!

Fer alt títt egna til grundar í sjálvrannsakan eldovninum? Sí tað Guðs lambið! Hann doyði tína vegna!

Onnur tíðindi