Tykkum er í dag ein frelsari føddur

Tykkum er í dag ein frelsari føddur.  Luk. 2,11

Hvørjum tørvar ein frelsara?

Tað ger tann, ið tørvar frelsu.

Mong vita ikki av tí. Summi halda, at tey klára seg avbera væl; onnur hampiliga væl og uppaftur onnur, at tað er skiftandi.

Í veruleikanum er tað ikki fyrr enn eg glatist, at mær tørvar Jesus. Tey sjálvbjargnu hava ongantíð hildið verulig jól. Tey fáa alt tað ytra, og tað er ikki at forsmáa. Hátíðin er ein gáva. Familja og vinir somuleiðis. Tað sama er galdandi fyri mat og drekka.

Kortini eru vit fátøk, um jólini ikki bera í sær, at vit møta Jesusi. Djúpt í hjartanum býr syndin. Soleiðis komst tú í hendan heim og soleiðis livir tú lív títt. Tað er orsakað av arvasyndini. Tín hugsan um Guð og tín hugburður til hansara eru merkt av syndini, sum arvast ætt eftir ætt.

Hóast gleðin um mangt og hvat á jólum, so broytist einki, um Guð ikki sleppur at grípa inn í tað innasta í hjartanum.

Tað er tað, hann vil. Hann sendi okkum ikki Jesus, fyri at vit skuldu halda hansara føðingardag við góðynskjum.

Nei, han kennir okkum nógv betur, enn vit kenna okkum sjálv. Tí varð Jesus føddur sum frelsari.

Okkum tørvar ein frelsara, tá ið lívið er í vanda. Guð vil, at tú skalt eiga ævigt lív. Hann orkaði ikki at síggja okkum glatast. Tí sendi hann son sín, føddan av kvinnu.

Tað er hent. Jólanátt er eitt vegamót í frelsusøgu okkara.

Men jólanátt er ikki einasta náttin, har Guð hevur gripið inn. Hann fer eisini inn í ta myrku og køldu nátt í lívi tínum. Títt dálkaða hjarta heldur honum ikki aftur. Hann vil, at tú skalt taka ímóti Jesusi.

Gert tú tað, eru tað ikki bara vorðin jól á jørð. Tá eru eisini jól í hjarta tínum. Jesus er farin inn. Hann hevur føtt teg av nýggjum. Tá hava hesi jól gjørt teg til nýtt menniskja.

Úr andagtsbókini
”Eitt er neyðugt”
eftir H.E. Nissen

Onnur tíðindi