Andagt – At finna náði í Guðs eygum


Seinastu tíðina havi eg lisið nógv úr Gamla Testamenti. Í hesum sambandi, er tað serliga ein hending úr 1. Mósebók, eg havi gingið og hugsað nógv um. Tað er søgan um brøðurnar, Jákup og Esav.

Eftir at Jákup vann signingina frá faðirinum, hóast bróður hansara, Esav, var tann fyrstføddi og átti tí at fáa signingina frá Ísaki, stóðst ein tvídráttur millum brøðurnar. Millum annað stendur skrivað, at Esav
hevði ætlanir um at taka Jákup av døgum. Eftir hesa hendingina skiltust brøðurnir, og síðani gekk ein long tíð har teir ongantíð hittust.

Hesa longu tíðina hava brøðurnir livað sítt egna lív, har teir hava fingið sær konur, og hava savnað sær fenað. Einaferð bar tað so á, at Jákup ynskti at finna náði í eygum Esavs.
Jákup gjørdi av at senda ørindrekar til Esav, og tað einasta sum Jákup fekk at vita, var at Esav var ávegis móti Jákupi við 400 monnum. Jákup gjørdist ógvuliga óttafullur, tí nú mundi Esav fara at drepa hann.

Jákup bønaði og bað Guð um at bjarga sær undan bróður sínum. Tá ið brøðurnir at enda møttust, hendi tað, sum Jákup als ikki hevði væntað. Esav kom rennandi ímóti Jákupi, og hann “hálsfevndi og kysti hann”. Hesin tvídrátturin, ið hevði verið millum brøðurnar øll hesi árini, var umskapaður til bróðurkærleika. Guð hevði hoyrt bønina hjá Jákupi, og Guð hevði fullkomiliga broytt Esav. Meðan Jákup og Esav hálsfevnast, sigur Jákup hesi stóru orðini við bróður sín:
“. . . tá ið eg sá andlit títt, var tað, eins og eg sá ásjón Guðs.” (1. Mós. 33.10)
Tað eru serliga hesi sterku orðini, ið hava fest seg í tankar mínar seinastu tíðina. Hendan hendingin var so sterk fyri Jákup, at tað var eins og hann sá andlit Guðs í bróður sínum. Hesi orðini lýsa sera væl, hvussu Guð kann broyta menniskju.

Eins og Guð fullkomiliga broytti Esav, somuleiðis kann hann eisini broyta eitt menniskja í dag. Umframt
hetta, eru orðini ein sera sterk lýsing av tí náði og kærleika, sum Guð eisini sýnir okkum í dag. Eins og Jákup fann náði í eygunum hjá bróður sínum, somuleiðis kunnu vit finna náði hjá Guði. Jesus er deyður fyri allar misgerðir okkara, og tí kunnu vit biðja til Guð, og biðja Hann fyrigeva syndir okkara. Í 1. Jóhs. 1.9 stendur: “um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.”

Magni Skoradal hevur skrivað.

Onnur tíðindi